Torsteins Kvæði Songtext

TáƒÂ½r Faroese

von Mehr Songtexte

Torsteins Kvæði Songtext
Vilja tit lýða ljóð geva mær, eg bróti av bragdartðtti
Kongur ráddi for Nøríki, hann tógva synir átti

Rennur og rennur foli mín
Grønari grund og vín bar reyða lund
Stíg at dansa stund
Kátur leikar foli mín
Á grønari grund

Átt hevur hann sær tógva synir, báðar kann eg væl nevna
Magnus og hann Torstein jall, teir kunna væl
dreingjum stevna

Jallurin gongur for kongin inn og sigur honum frá
Nú er Torstein, sonur tin, kvittaður londum frá

Um hann vil av ríkinum fara, eingin skal honum banna
Hann kann ei síni forløg flý, sjálvur má han tað sanna

Tað lovaði eg bæði faðir og móðir, tá eg í vøggu lá
Eg skyldi ei ræðast tan heita eld,
ei heldur tað hvassa stál

Vargurin liggur í vetrarmjøll, staddur i stórari neyð
So er tann maður, í víggi stendur, næstan tolir deyð

Frúgvin var bæði studd og leidd, inn í sín faðirs veldi
Ljómin skein av akslagrein, tað skyggir av tignareldi

Nú er hetta kvæðið endað, tað man góðum gegna
Torstein tók við rikjunum báðum so við hvørju tegna